Jólakonsert í Bátasavninum

Aftur í ár fer Bátasavnið í Leirvík at vera karmur um eina jólakonsert við Moniku Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul. Tónleikaløtan verður sunnudagin kl.16.00. Eingin steðgur verður, men eftir konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn, meðan møguleiki erat njóta hugnaliga umhvørvið í savninum.

Á skránni sunnudagin verða løg eftir m.a. Boccerini, Grieg, Dvorak Schubert og endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum.

Bæði Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg hava drúgvar royndir innan tónleik og hava spælt regluliga saman síðan 2008. Í 2009 gjørdu tær fløguna “Klassiskar tónleikaperlur” og í ár kom út framhald av fyrstu fløguni “Klassiskar tónleikarperlur2”, sum kann fáast fyri serprís eftir konsertina.

Atgongamerkir á 80 kr fáast við dyrnar. Børn og næmingarhava ókeypis atgongd.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein serstakan tíma í Bátasavninum  við tónleiki og sveisiskum heimabakstri aftaná. 

Search by