Martin Fjallstein hugleiðir um fiskivinnuna í Leirvík í 1950-unum – um bátar, skip, virkir og vinnumøguleikar
Fyrilesturin verður á Bátasavninum, týskvøldið 29. januar kl. 19.30
Í frásøgnini um fiskivunnuna í 1950-unum fer Martin at siga frá útróðrarbátunum og skipunum, sum komu eftir kríggið og fram til 1960. Greitt verður frá útróðrinum, íslandstúrunum og sildafiskiskapinum, sum tók seg upp um tað mundið. Í hesum sambandi verður komið inn á virkini, sum eisini komu tá: Turkihúsið í 1950 og flakavirkið Frost í 1956.
Um sama mundið fóru teir flestu bygdardreingirnir til saltfisk við norðmonnum. Nakrir menn fóru yvir í Oyggjarnar um veturin og yvir í Føroyingahavnina um summarið. Alt varð gjørt í eini roynd at tjena meira undir betri umstøðum. Við myndum og talvum verða bygdin, bátarnir og gongdin lýst.
Eisini verður felagssangur á skránni.
Martin Fjallstein, sum hevur skrivað fýra bind av Leirvíkar bygdarsøgu, leggur nú síðstu hond á yngru fiskivinnusøguna og slektirnar á Áargarði.
Eysturkommuna, sum fekk Báta- og listasavnið handað sum gávu í heyst, skipar fyri tiltakinum.