Hósdagin í farnu viku hevði nývalda skúlastýrið í Eysturkommunu sín fyrsta fund. Stýrið skipaði seg við Páll Isholmsum formanni og Ova Heinesen sum næstformanni. Hetta var samstundis fyrsti fundur í nývalda skúlastýrinum, sum frá 1. januar umfatar bæði Gøtu og Leirvíkar skúla, ið blivu samanlagdir á nýggjárinum.
Í skúlastýrinum sita umframt Páll Isholm og Ova Heinesen, Beinta Dalheim, foreldraumboð, Jórun Eið Johannesen, starvsfólkaumboð, Brandur Jacobsen og Hanna Jensen, sum eru umboð fyri býráðið í Eysturkommunu. Skrivari í stýrinum er Fríðfinnur Johnsson skúlastjóri fyrisamanlagda skúlan.
Fram til summarfríðtíðina hevur skúlastýrið fimm fundir, sum verða 12. februar, 11. mars, 03. apríl, 01. mai og 29. mai.