P/f Varðin veksur um flotan

Aftur hevur p/f Varðin, Gøtu  fingið endurnýggjað og vaksið um uppisjóvarflotan, íð er heimahoyrandi í okkara kommunu.

 

Skipið hevur nú fingið navnið  “Tummas T.” – og væntast á Gøtu kl. 15.00 –  leygardagin tann 06. apríl. 


Í samstarvið við reiðariíð, skipar Eysturkommuna fyri móttøku,  tá skipið kemur at bryggju.

 

Heitt verður vinarligast á fólk um at vinda Merkið á stong frá kl. 14.00 – 18.00  til tess at heiðra hesum stóra átakið.

 

Tey, ið ætla at vitja umborð, verða vinarligast biðin um at møta upp tað løtuna, ið móttøkan er:

 

Í góðari tíð innan k. 15.00.



Um, skipið verður seinkað e.tl.,  verður hetta kunngjørt

 

Search by