Á aðalfundi hjá IRF í dag er nýggj nevnd vald. Nevndin, sum er mannað av 6 kommunustýrislimum, sum eru valdir millum limakommunurnar, er nú mannað og hevur nevndin skipað seg við Árni Jacobsen sum formanni og Jóannes Lisberg sum næstformanni.
Nýggja nevndin sær soleiðis út:
Kristina Eli Zachriassen, umboðar Norðoyggjar Árni Jacobsen, umboðar Eysturoy Petra Iversen, umboðar Norðstreymoy, íroknað Sunda Kommunu Jonhard Joensen, umboðar Vágar Bárður Olsen, umboðar Sandoy og Skúvoy Jóannes Lisberg, umboðar Suðuroy.
Eysturkommuna ynskir Árna og hinum nevndarlimunum tillukku við valinum og bestu eydnu framyvir.