Aftur í ár skipa Skótarnir í Leirvík fyri flaggdagshaldi. Í ár eru 50 ár síðan fyrsta haldið varð hildið.
Flaggdagshaldið verður 25.apríl kl.16.00. Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður flytur fram røðu og stórt felagskór frá kórstevnuni, sum Eystanljóð skipar fyri, syngur.
Sjálvt haldið verður í á torginum, framman fyri nýggja skúlan.
Kl.15.30 verður skrúðgonga frá skótahúsinum.
Aftaná verður sjálvt haldið, verður kondibingo við onkrum eykavinningi. Eisini verður kaffi/tea, saft og vaflir at fáa í Skótahúsinum – ókeypis.
Frá kl. 17.00 til 19.00, verður møgleiki at rógva kano í nýggja bátahylinum.