Á býráðsfundi hjá Eysturkommunu 29. apríl 2013, samtykti eitt einmælt býráð, at lækka grundstykkjaprísin í kommununi, frá kr. 300 pr. m² til kr. 150 pr. m².
Eisini bleiv samtykt, at verandi íbindingargjald, sum hevur verið kr. 20.000, verður avtikið.
Avgerðin er galdandi frá tí degi avgerðin er samtykt.