Fríggjadagin 17. mai skipaði Eysturkommunu fyri vinnufundi á bátasavninum í Leirvík. Umleið 45 fólk frá ymiskum fyritøkum og áhugaði í kommununi vóru møtt til tiltakið.
Hugskotið við fundinum, var at knýta eitt tættari samband millum vinnuna og Eysturkommunu.
Umboð fyri Eysturkommunu løgdu fyri og vístu Jóhan Christiansen, borgarstjóri og Andreas Andreasen, tekniski leiðarin á týdningin við einum góðum og sterkum vinnulívið og eisini á, hvørjar vinnugreinar og møguleikar eru í dag.
Tummas Justinussen frá Skansi Offshore, greiddi frá teirra vaksandi virksemi og teimum stóru avbjóðingum í liggja fyri framman, og at teir nú innan stutta tíð fara at fáa tað fimta frálanda – og veitingarskip.
Jákup Andrias Jacobsen og Havgrímur Johannesen frá FMP, høvdu eina spennandi framløgu um teirra arbeiði við at turka ymiskar fiskaúrdráttir til matna. Luttakarnir fingu eisini høvið til at síggja og smakka hesar nýggju vørurnar, sum teir hava stórar væntanir til.
Símin Hammer frá Virkisráðgeving, hevði eina áhugaverda framløgu við serligum atlitið til vinnuna í Eysturkommunu og vísti á sera viðkomandi greiningar.
Eftir framløgurnar endaði løtan við einum góðum kjaki, sum Páll Isholm leiddi. Fleiri áhoyrarar nýttu møguleikan at koma við spurningum og viðmerkingum, sum Eysturkommuna vil taka til sín og arbeiða víðari við.
Til seinast takkaði Árni Jacobsen, formaður í vinnunevndini, fyri góða uppmøting og ein gevandi fund. Hann vónaði, at kommunan framhaldandi kemur at hava eitt gott samstarv við vinnuna, og at tílíkir fundir kunnu gerast eitt afturvendandi tiltak, við møguliga øðrum spennandi framløgum og kjaki – við atlitið til vinnulívið í Eysturkommunu.
Myndir fráfundinum trýst HER