Um vikuskifti verða aftur Víkingadagar í Eysturkommunu. Tiltøkini hesaferð verða í Leirvík, og skráin er fjølbroytt við nógvum spennandi fyri fólk í øllum aldri.
Byrja verður fríggjakvøldið kl. 19.00 við dysti millum Víking og HB í Sarpugerði í Norðagøtu. Leygardagin verður meira fótbóltur á skránni uppi á vøllinum í Leirvík, og frá kl. 15 og úteftir eru hoppiborgir, ponyríðing, andlitsmáling, kaffisøla, pannukakur, grilling o.a. á skránni niðri við nýggja bátahylin.
Eysturleiðin koyrir hvønn tíma úr Syðrugøtu til Leirvíkar og aftur millum kl. 16.00 og 04.00. Um kvøldið verður hugnaløta, bál, fýrverk, felagssangur, og Tinganest spælir til dans í tjaldinum á økinum.
Frí svimjing
Svimjihøllin í Leirvík er opin fríggjadag frá kl. 17-20 og leygardag kl. 14-19, og tað er ókeypis at svimja.