Háárstíð og fólksligur hátíðardámur
18. jul. 2013
Vaknaði tíðliga í morgun og hoyrdi prátandi ungdóm á tjaldingarøkinum í hugnaligum samljóði við morgunsangin hjá fuglunum. Onkur gestur gekk túr eftir kaiini og fløgg á vitjandi bátum veittraðu varisliga. Veðrið er stilt í Gøtu í morgun, tað er slitið í, og bygdin svevur enn vónríkan blund, hóast summi eru á fótum, tí nógv er at náa, áðrenn formliga skráin byrjar í Syðrugøtu í dag kl. 16.
Tað er háárstíð í Gøtu, tí tað er G!Festivalur. Soleiðis hevur verið í mong ár, og á hvørjum ári velja eisini fleiri og fleiri at koma úr útlondum til Gøtu og til Føroya júst í hesum tíðarskeiði, tí hesin serligi festivalurin er vorðin ein “reason to go” faktorur hjá ferðandi ymsastaðni frá. Sjálv taki eg saman við øðrum ímóti gestum úr Danmark, Norra, Íslandi, Onglandi og Australia og veit, at onnur hava gestir úr fleiri londum í Evropa og úr USA. Og so eru tað øll tey, sum vit enn ikki vita um…
G! hevur nú nógv ár á baki og samstarvið millum festivalin, áhugafeløgini, kirkju og samkomur, bygdafólkið, kommunala myndugleikan, stovnar og starvsfólk, vinnulívið í økinum eins og politi og aðrar myndugleikar er vorðið betri og betri við árunum, og royndirnar skapa serliga góðar fortreytir fyri einum væleydnaðum tiltaki. Fokus hjá stigtakarum, fyriskiparum og øllum, sum luttaka í arbeiðinum, er dygd og trygd í breiðastu merking. Gestablídni, sjálvboðið arbeiði og ynskið um at koma saman ger kommununa til besta stað hugsast kann. Allar bygdirnar: Leirvík, Norðragøta, Gøtugjógv, Syðrugøta og Undir Gøtueiði eru vertir hesar dagar – men Syðrugøta er opin inn til innasta hjartasláttur í flestøllum húsum. Og tað er ein fragd fyri meg sum forkvinnu í Mentanarnevndini at staðfesta alt hetta, at bjóða øllum vælkomnum og at ynskja tykkum eina góða uppliving her.
Kom og síggj festivaløkið, kom og et ein bita ella til gudstænastu á gomlum træskipum, uppliva matstovuna Áarstovu í hugnaligu húsunum við Gøtusand, kom og hoyr Eivør á heimabana, kom og gakk upp um Leirvíksfjall, kom og síggj Bátasavnið og fornminni í Leirvík ella vitja Blásatovu í Norðragøtu, kom og hoyr Jóanes Nielsen lesa upp, kom og syng við leygarkvøldið, eygleið, hvat rørir seg á troyggjumarknaðinum í Føroyum, síggj sólina rísa á Gøtuvík, anda frísku luftina, hoyr stórt úrval av besta tónleikinum í Føroyum, murra og dansa við, tá best seljandi íslendski tónleikarin framførir á bygd, kom og uppliva mentan, serligu Føroyar og gestablídni í Eysturkommunu hetta vikuskiftið.
Hjartaliga vælkomin
Hanna Jensen
Forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu