Eysturkommuna koyrir eina nýggja verkætlan av bakkastokki í dag, ið hevur til endamáls at knýta dagstovnar og sambýli í kommununi tættari saman við einum felags leiðsti, umframt at bjóða brúkarum av stovnunum og teirra avvarðandi eina nýggja tænastu.
Talan er um ein online myndadepil til dagstovnar og sambýli í Eysturkommunu, har myndir frá sertiltøkum og dagligum virksemi á stovninum verða lagdar út regluliga. Aðalmálið er, at familja og avvarðandi at børnum í dagstovnunum og hjá búfólki á sambýlunum, hvørt tey eru í Føroyum ella í útlandinum, kunnu fylgja við gerandisdegnum hjá sínum kæru og ogna sær myndir av teimum.
Ein mynd sigur meira enn 1000 orð
– Eysturkommuna vil við hesum lata hurðarnar upp til okkara stovnar, so brúkarar, avvarðandi v.f. kunnu gleðast og minnast á góðar, stuttligar og hugnaligar løtur, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen. Vit raðfesta barna- og eldraøkið høgt, og ynskja eisini hervið at sjónliggera ta tænastu, ið vit bjóða okkara yngru og eldru borgarum.
– Brúsi hevur havt eina heimasíðu í nøkur ár, men tað krevur tíð og orku at umsita, sigur Sigvør Gregersen, leiðari á dagstovninum Brúsi. Vit mettu ikki, at tørvur var á eini vanligari heimasíðu longur. Tískil varð hesin skjótari og lættari leiðstur valdur, har starvsfólk kunnu fanga løtuna á mynd við einum iPad, og leggja hana beinleiðis út á myndadepilin til avvarðandi at børnunum at síggja og eiga.
Tænastan er løtt at umsita, og verða tað starvsfólk á stovnunum, ið leggja myndir út.
Unn Justinussen, leiðari fyri báðum sambýlunum í kommununi, leggur dent á, at hetta er ein góður máti hjá avvarðandi, serliga teimum uttanlanda, ið ikki hava møguleika til at vitja ofta, at fylgja við gerandisdegnum hjá sínum kæru.
– Hetta verður sjálvandi gjørt í samráð við okkara búfólk og teirra familju, sigur Unn. Um tey ikki ynskja at myndir verða lagdar út, so virða vit teirra avgerð.
Valdi leiðsturin er myndatænastan Flickr, ein ókeypis tænasta, ið hevur rúm til upp til eina hálva millión myndir fyri hvønn stovn, og sum veitir trygd fyri, at stovnurin varðveitir fullan ognarrætt til tær myndir, ið verða lagdar út.
Skúlin í Eysturkommunu hevur longu ein líknandi myndadepil, ið hevur verið nýttur síðan 2012. Við nýggju myndadeplunum koyra allir stovnarnir í kommununi við eini felags loysn fyri myndasøvn.
Myndadeplarnir eru nú opnir. Trýst á leinkjurnar niðanfyri fyri at síggja:
Atgongd til myndasøvnini fæst eisini umvegis heimasíðuna hjá Eysturkommunu, undir síðunum fyri teir ávísu stovnarnar.