Børn glað fyri nýggja rennistrongin í Syðrugøtu

Við endan av juli mánaði varð nýggjur rennistrongur settur upp á spæliplássinum í Syðrugøtu. Eini tvey ár eru liðin, síðan gamli rennistrongurin varð tikin niður vegna slit og tí hann var mettur ikki at verða nóg tryggur.

Fólk eru heilt ótrúliga glað fyri tann nýggja rennistrongin, sigur Esmar Mikkelsen, arbeiðsmaður hjá Eysturkommunu, ið hevur verið við í arbeiðinum at seta rennistrongin upp. Hann er væl brúktur, og eg síggi næstan altíð børn har, tá eg komi framvið.

Umframt nýggjan rennistrong er nýggjur stórur sandkassi settur upp, umframt trý stativ, har ein kann royna at lyfta seg sjálvan upp.

Hetta er ein liður í verkætlanini hjá kommununi um fríðkan og grøn økir ymsastaðnis í kommununi, sigur Andreas Andreassen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu. Tað meta vit sera týdningarmikið fyri trivnaðin og trygdina hjá borgaranum.

Search by