Byrjaðir at reisa nýggju íbúðirnar í Leirvík

Í gjár varð byrjað at reisa nýggju íbúðirnar við Ranggil omanfyri skúlan í Leirvík, og verður hetta arbeiði væntandi liðugt í vikuni.

Íbúðirnar verða eftir ætlan innilukkaðar í komandi viku, sigur Rúni Justinussen, arbeiðsformaður á staðnum. MTM Bygging stendur fyri byggingini av nýggju íbúðunum, sum felagið Bústaðir eigur.
Ætlanin við verkætlanini var, at gera lutaíbúðir, men Eysturkommuna avgjørdi so at selja verkætlanina til Bústaðir, og verða hetta leiguíbúðir ístaðin, ið ein og hvør kann leiga.
Íbúðirnar eru í tveimum støddum, tvær á uml. 58 m² og tríggjar á uml. 70 m² og harafturat er ein hjallur/úthús á 5 m2. 

Tær minnu íbúðirnar eru innrættaðar við køki/stovu, wc/bað, kamar og gongd. Terassa er út frá køk/stovu. Tær størru íbúðirnar eru innrættaðar á sama hátt, men hava 2 kømur.
Eftir ætlan standa íbúðirnar lidnar í februar 2014. Umsóknir til at fáa eina leiguíbúð eru á heimasíðuni hjá Bústaðir
Search by