Eysturkommuna fingið vitjan frá vinarkommunu í Danmark

Eysturkommuna hevur síðan síðstu viku havt vitjan frá vinarkommununi í Danmark, Odsherred Kommune. Talan er um 23 ára gamla Kenni Kure, ið skal sum partur av síni læru til skrivstovufólk arbeiða hjá Eysturkommunu í tveir mánaðir, fram til 31. Oktober 2013.

Odsherred Kommune liggur í Norður-Sælandi, áleið ein tíma frá Keypmannahavn, og har búgva áleið 32.000 fólk. Nógv fólk vitja hvørt summar, og fleiri hava summarhús í kommununi. Áleið 2.900 starvsfólk eru í starvi sum skrivstovufólk, lærarar, pedagogar, arbeiðsfólk, o.a.

Kenni hevur júst lokið sítt fyrsta ár í læru hjá Odsherred Kommune sum skrivstovufólk við serligum atliti til almenna fyrisiting. Hansara útbúgving tekur tvey ár, og fyrsta árið hevur hann verið runt á ymsum deildum, og í seinnu hálvu av læruni skal hann brúka meira tíð á teknisku- og fíggjardeildini.

Meðan hann er í Føroyum skal hann arbeiða við ymsum uppgávum innan fyrisiting, saksviðgerð, fíggjarviðurskiftum, og í teknisku deild.

Hetta er fyrstu fer at Odsherred Kommune sendir ein næming út á henda hátt, umframt at tað er fyrstu ferð, at Eysturkommuna samstarvar við eina vinarkommunu á hendan hátt.

Search by