Tónleikasamtakið Grót bjóðar til forkunnuga konsert við Holgar Jacobsen og Niels Midjord. Konsertin verður fríggjakvøldið 18. oktober kl. 21.00 í Tøting í Syðrugøtu.
Holgar Jacobsen er júst komin út við nýggjari fløgu, ið hann kallar “Kanska tú svav”. Í hesum sambandi hevur hann útgávukonsert.
Holgar er ein sera inniliga brennandi tónleikari og persónur, og kann skjótt metast sum ein legenda innan føroyskan tónleik, sigur tónleikasamtakið Grót í tíðindaskrivi.
Í summar gav Niels Midjord út fløgu við egnum útsetingum eftir mæta tónaskaldinum Leonard Cohen. Høvi verður eisini at hoyra hesar tulkingar í Tøting fríggjakvøldið.