Ruddingardagur í 2017

Rørslu- og ruddingardagar í Eysturkommunu í komandi viku

Eysturkommuna skipar fyri rørslu- og ruddingardøgum týsdagin 30. mai til hósdagin, 1. juni.

Skráin fyri dagarnar verður fylgjandi:

Týsdagur 30 mai kl. 17:00 – Túrur niðan á Støðlafjall við frásøgufólki

Frásøgufólk Hanus Jacobsen og Arni Petersen verða við á túrinum, har greitt verður frá ymiskum søguligum og hendingum, sum eru knýttar at Eysturkommunu.

Vit hittast uppi á Gøtueiði kl.: 17.00. Túrurin er rímiliga lættur og tekur uml. 2 tímar 

Mikudagur 31 mai kl. 16:30 – Ruddingardagur

Ruddingardagurin í ár verður skipaður heldur øðrvísi enn undanfarin ár. Vit skipa okkum soleiðis, at grannaløgini hvør sær rudda eitt felags øki.

Bygdirnar eru deildar upp í øki, ið síggjast á kortunum, ið liggja longur niðri her á síðuni.

Vit byrja kl. 16:30: Kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi í grannaløgunum.

Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og handskar.

Hvørt grannalag hevur ein samskipara/kontaktpersón, ið útflýggjar posar og
handskar. Á kortini fyri hvørt økið er gjørdur ein bláur krossur, sum vísir hvar
samskiparin heldur til og hvar byrja verður!

Tá liðugt er at rudda uml. kl. 18:30 verður bjóðað til kaffi/the og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin  ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.

Hósdagur 01 juni kl. 17:00 – Plogging

Sum nakað nýtt fara vit at skipa fyri plogging. Orðið ´Plogging´ er samansett av svenska ´plocka´ og ´jogging´. Tankin er at samantvinna rørslu og rudding. Hetta er eitt átak, sum byrjaði í Svøríki í 2016 og hevur síðan spreitt seg til fleiri onnur lond. 

Byrjað verður við upphiting við fótbóltsvøllirnar í Leirvík og Norðragøtu kl. 17:00. Hvør rennari fær útflýggjað ein posa til burturkast. 

Ætlanin at renna á støðum, sum eru løtt at renna og sum ikki eru beinleiðis partur av grannaløgunum, sum vit rudda mikudagin.

Økisuppdeiling

Leirvík
Norðragøta
Syðrugøta
undir Gøtueiði
við Gøtugjógv
Search by