Eystanljóð hevur tvær jólakonsertir

Sunnudagin 8. desembur heldur kórið Eystanljóð tvær jólakonsertir. Konsertirnar verða í Oyndafjarðar kirkju kl. 16 og í Gøtu Kirkju kl. 19.30.

Á skránni eru fyrst og fremst traditionellir føroyskir jólasangir og nakrir enskir jólasangir uttan fylgispæl. Umframt tað syngur kórið eisini 2 sangir við klaverfylgispæli – Frælsisnátt er jólasangur, ið Jostein Petersen hevur yrkt til lagið Edelweiss, og so er tað góði gamli klassikarin Halga Nátt, har Anne Mette Greve Clementsen syngur solo og Martin Restorff Jacobsen spælir klaver.

Kórleiðari hjá Eystanljóð er nólsoyingur Leif Hansen, ið er búsitandi í Fuglfirði. Hettar er triðja árið at Leif stjórnar kórinum. Kórið telur umleið 30 fólk og hevur sjálvdan verður í betri formi.

Árliga jólakonsertin hjá Eystanljóð er fyri mong vorðin ein fastur og týðandi partur av tí at gera seg til reiðar til jólini og koma í jólahýr, og kórið Eystanljóð fer at gera sítt besta til at løtan verður hugnaliga og góð og ynskir øllum vælkomnum á konsert.

Eftir konsertina í Gøtu verður boðin ein drekkamuður í kirkjukjallaranum. 

Search by