Luciagongd í Tróndargøtu og kvøldseta í Blásastovu

Í dag fríggjadag 13. desember kl. 17 verður Luciahugni fyri børn og vaksin í kjallaranum í Tróndargøtu 49 og Luciagongd í Tróndargøtu yviri í Blásatovu. Vit drekka heitt kakao og eta Luciabollar og syngja Luciasangin. Síðani fara vit til gongu yvir í Blásastovu, har savnsleiðarin, Árant Hansen, tekur ímóti. Vit halda síðani kvøldsetu við sangi og hugleiðingum. Vit hava á stokkunum og práta eina løtu. Kvøldsetan byrjar umleið kl. 18. Savnið er opið til kl. 20. Øll eru vælkomin og alt tiltakið er ókeypis!

Sangurin verður at fáa á prenti. Elektrisk ljós verða til láns. Takið sjálvi møgulig Luciaklæði og ljós við!

Search by