Sløkkiliðið í Eysturkommunu hevði úr at gera í samband við ódnarveðrið í vikuskiftinum. Ein kommando-sentralur varð settur upp í Sarpugerði sunnudagin fyri at samskipa bjargingar-arbeiði.
Fyrsta fráboðanin kom um hálvgum tvey tíðina, og frá kl. 2 vóru 13 mans til arbeiðis.
Tilsamans vóru 24 skaðar fráboðaðir, harav 20 vóru í Leirvík. Harafturat vóru fleiri neyðstødd, ið ikki vóru komin til at ringja 112, har sløkkiliðið eisini hjálpti til.
Um níggju-tíðina byrjaði at hæsa av, og klokkan ellivu fór sløkkiliðið til hús.
Til samanberingar fekk sløkkiliðið boð um 46 skaðar frá alarmsentralinum tann 24. november 2011, og teir vóru ímillum kl. 19 og 3 um náttina.