Eysturkommuna verður aftur í ár við á Jobmatch, ið verður mánadagin tann 30. december á Østrøm í Tórshavn.
Jobmatch hevur síðan 2008 roynt at røkka føroyskum útisetum og vísa á arbeiðsmøguleikarnir í Føroyum. Fleiri fyritøkur og stovnar eru við til tiltakið, og vitjandi hava møguleika at vitja básar fyri at frætta um møguleikar og avbjóðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Eysturkommuna var eisini við til Jobmatch í 2012 og kom eitt ítøkiligt samstarv í lag ígjøgnum hetta. Jákup Justinussen, sum í summar var liðugur at lesa Samskifti og Miðlar í Onglandi, var settur í fyribils starv sum samskiftisfólk fyri kommununa í tríggjar mánaðir.
Eftir ásettu tíðina fór Jákup undir víðari lesnað, men avgjørt var, at hann skuldi halda áframm í starvinum part-tíð við síðunar av sínum lesnaði.
Eysturkommuna vil á Jobmatch fegin koma í samband við fleiri virkisfúsar og vælútbúnar útisetar, fyri at bjóða teimum hendan vegin at búleikast , og at vísa á møguleikar hjá teimum at seta sítt fingramerkið á framhaldandi vøkstur og menning í kommununi.
– Tað føroyska samfelagið og vinnan hevur altíð tørv á dugnaligari arbeiðsmegi. Staðfestast kann, at hørð kapping er um hendan málbólk. Útlendskar fyritøkur seta seg javnan í samband við tey lesandi. Tí er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin við jøvnum millumbilum eisini bjóðar seg fram í hesi kapping, skrivar Jobmatch á heimasíðu sínari.
Mynd: Jobmatch.fo