Jólaskipið til Leirvíkar fyri tíggjundu ferð

Aftur í ár kemur Jólaskipið til Leirvíkar. Í ár er tíggjundu ferð, at Jólaskipið kemur, og eru vit her í Eysturkommunu sera takksom fyri, at jólamenn og fyriskiparar hava givið okkum møguleikan at fingið lut í hesum einastandandi átaki.

Sannur jólahýrur er millum fólk, tá ið hugnaliga og vælprýdda Jólaskipið við øllum jólamonnunum leggur at bryggju í Leirvík. Børn og vaksin gleða seg sera nógv til hesa hátíðarløtu.

Tað er Randal Nybo, sum hevur staðið fyri og samskipað løtuna, tá ið Jólaskipið er komið Leirvíkar og soleiðis gjørt hetta møguligt. Fyri hetta megnar arbeiði, eru vit í Eysturkommunu sera takksom. Eysturkommuna vil í hesum sambandi nýta høvi til at ynskja Randal við familju eini gleðilig jól og gott nýggjár.

Jólaskipið kemur til Leirvíkar mánadagin kl. 16.00 ávegis til Klaksvíkar, har Jólaskipið verður kl. 17.00.

Gleðilig jól og gott nýggjár

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

Search by