Nærum 100 svumu seinasta leygardag

Tá nýggja árið byrjaði gjørdist ókeypis at nýta svimjihylin í Eysturkommunu og talið av vitjandi seinasta mánaðin hevur verið munandi størri enn áður.

Emily Poulsen, ið hevur ábyrgd av svimjihylinum, sigur, at longu frá byrjanini av januar mánaði vóru nógv fleiri og svumu, serliga í vikuskiftinum.

– Vit væntaðu ikki tað fóru at verða so nógv, men tað er ikki blivið ov trongt enn, sigur Emily. Enn hava vit ikki vent fólki burtur tí svimjihylurin hevur verið ov fullur.

Seinasta leygardag vóru ímillum 90 og 100 fólk og svumu ígjøgnum dagin, so tá mátti ringjast eftir eyka lívbjargara at koma til arbeiðis. Áðrenn nýggjárið hava eini 10-30 fólk verið og svomið ígjøgnum ein leygardag.

Trý fólk skiftast um at arbeiða sum lívbjargarar í svimjihøllini, og tá fleiri enn 30 eru og svimja, mugu tvey verða á vakt.

– Fólk koma eisini aðrastaðnis frá, t.d. frá skálafjørðinum, men flest vitjandi hava verið lokal úr Leirvík ella Gøtu. Summi halda tað verða eitt sindur ov trongligt til tíðir, men tey flestu dáma væl at tað er vorðið ókeypis at svimja. Fríggjadag og leygardag hava verið flest fólk, meðan týsdag er nakað friðarligari, leggur Emily afturat.

Býráðið samtykti í november fíggjarætlanina fyri 2014 og at tað skuldi verða ókeypis at nýta svimjihylin hetta árið. Endamálið var at gera svimjing lættari tilgongiligt og eggja fleiri at nýta svimjihylin í kommununi.

Les meira um nær svimjihøllin er opin her.

Search by