Barnakonsert í Tøting

Komandi sunnudag 9. februar kl. 16.00 verður barnakonsert í Tøting í Syðrugøtu við danska bólkinum Svøbsk og ungu Mariu á Lakjuni úr Fuglafirði.

Maria á Lakjuni
12 ára gamla Maria Á Lakjuni úr Fuglafirði gav í fjør út sína fyrstu fløgu, undir heitinum “Vøkur er verðin”. Á fløguni eru 12 løg, ið bera brá av vakurleika, gleði og kærleika. Huglagið á fløguni er ljóst og lætt, og hartil er fløgan sera væl framleidd av Niclasi Johannesen og faðir Mariu, Eyðuni Á Lakjuni.
Svøbsk
Við harmoniku, spónum, violin, mandolin, gittar, jødaharpu, munnharpu, klaveri, ásláttri og røddum, megnar danska kvartettin Svøbsk at bergtaka við miklari orku og framúr tónleikaligum dugnaskapi.

Svøbsk hevur tvær útgávur í skjáttuni, “Sig mig” frá 2005, ið var tilnevnd til ársins útgávu í Danish Music Awards, og “En klang af tidløshed” frá 2009. Bólkurin hevur ferðast víða kring heimin, og hava fingið hópin av sera góðum ummælum.

Manningin í Svøbsk telur Maren Hallberg á harmoniku og spónum, Jørgen Dickmeiss á violin, vokali, mandolin, gittara, jødaharpu og munnharpu, Theis Langlands á klaveri og jødaharpu, og Simon Busk á ásláttri og mandolin. Les meira um bólkin her.


Hetta er fyrstu ferð at Svøbsk og Maria Á Lakjuni framføra í Tøting, og tað gleða vit okkum til, sigur Tónleikasamtakið Grót, ið skipar fyri konsertini.

Kostnaður 50 kr. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl. 15.30.

Search by