Fyrsti fundur í nýggja skúlanum

Mikukvøldið skipaði skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu fyri fyrsta felags foreldrafundinum í nýskipaða skúlanum. Fundurin fór fram í fullsettari miðhølli í skúlanum í Leirvík. Á skránni var frágreiðing frá skúlastýrinum og fyrilestur um, hvussu talgildir miðlar ávirka innlæringarevnini hjá børnum.


Páll Isholm, skúlastýriformaður, legði fyri við at greiða frá virkseminum á skúlanum og ætlanunum skúlastýrið hevur við hølisútbyggingum og uttanøki komandi árini. Somuleiðis greiddi hann frá arbeiðinum at samansjóða skúlarnar og orða felags mannagongdir. Í vár er ætlanin at fara undir at orða virðisgrundarlag fyri nýggja skúlan og hugleiddi skúlastýrisformaðurin í hesum sambandið um hugtakið opinleiki.


Gitte Klein viðgjørdi í sínum fyrilestri avbjóðingarnar og vandarnar, sum eru í kjalarvørrinum á øktu nýtsluni av talgildum miðlum hjá børnum. Hon kom inn á ymisk kanningarúrslit og tilmæli frá serfrøðingum, ið vístu á vandarnar við ovurnýtslu av miðlunum. Eisini nam hon við møguleikar og avmarkingar, sum økta nýtslan av talgildum miðlum hevur við sær fyri málsligu menningina av børnum.


Eftir fyrilesturin var lívligt kjak um evnið, og sjónarmiðini vóru, sum vera man, ymisk.

Skúlin í Eysturkommunu, sum fevnir um forskúla, innskúling í Leirvík og miðdeild í Gøtu, hevur í dag eina stødd á 250 næmingar. Hetta er ein ógvuliga hóskandi stødd. Næmingarir eru um 30 í hvørjum árgangi og skapar hendan støddin góðar møguleikar fyri at skipa gerandisdagin sosialt, námsfrøðiliga og fakliga skilagott.
Search by