Eysturkommuna søkir eftir gartnara

Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær er at fríðka og at skapa trivnað í komununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøkir, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulívið, ferðavinnu og onnur áhugað.


Tí verður nú søkt eftir einum sum partur av ítøkiligu ætlanunum um fríðkan, ið kommunan hevur.

Umframt gartnaraarbeiði ynskir Eysturkommuna at tann, sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøkir og annars karmar rundan um eina kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m.

Er hetta tú? Les meira í starvslýsingini niðanfyri. Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við Andreas (tekniska leiðara) á tlf. 73 00 13. 
Search by