Almennur fyrilestur um ótta

Í samband við kunnandi átøk um sálarsjúku skipar Psykiatriski depilin fyri fyrilestri í skúlanum við Løkin í Runavík hóskvøldið 20. mars kl. 19.00.

Tormóður Stórá, serlækni á Psykiatriska Deplinum, greiðir frá um ótta. Fyrilesturin verður í kantinuni á skúlanum.

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.

Search by