Eysturkommuna skipar í næstum fyri eini nøgdsemiskanning um barnaansingarøkið í kommununi. Endamálið er at finna útav hvat tey, ið brúka barnaansingina, meta um tær tænastur og veitingar, ið kommunan og stovnurin bjóðar. Tí verður eitt bræv sent út til foreldur við barni í barnaansingarstovni í kommununi í apríl mánaði, har tey verða boðin at luttaka í nøgdsemiskanningini.
Umframt at kanna nøgdsemi hjá foreldrum verður eisini nøgdsemi hjá starvsfólki á stovnunum kannað, fyri at fáa enn betri innlit í, hvussu barnaansingarøkið sum heild kann skipast, so allir partar – bæði foreldur/børn og starvsfólk – eru væl nøgd við tænastuna.
– Tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri okkum, at stinga fingurin í jørðina, fyri at vita hvat brúkarin heldur um tænastuna, ið kommunan bjóðar innan barnaansing, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Útfrá hesum kunnu vit síðan taka betri avgerðir um hvussu vit kunnu bjóða eina enn betri tænastu framyvir.
Øll foreldur verða biðin um at svara hesari kanning, ið verður svarað umvegis alnótina. Tað hevur sera stóran týdning í einari støðugari menning av barnaansingarøkinum og samskiftinum ímillum foreldur og stovn, at foreldur svara spurnarblaðnum.
– Tykkara áskoðan kann fáa ávirkan á tær raðfestingar og tænastur, ið verða veittar í framtíðini, leggur Jóhan afturat.
Úrslitini frá kanningini kunnu samanberast við trivnaðarkanningina, ið var gjørd í 2011, fyri at staðfesta eina gongd á økinum. Les meira um kanningina frá 2011 her.