Leirvíkar bygdarsøga bind 6 kemur út

Sunnudagin 23. mars kemur 6. og seinasta bindið av Leirvíkar bygdarsøga út og verður tað lagt fram í Bygdarhúsinum í Leirvík, har røður, kórsangur og felagssangur verða á skránni. Tiltakið byrjar kl. 15.00.

Leirvíkar Bygdarsøga, bind 6, er 560 blaðsíður við hópin av gomlum og nýggjum myndum, sum á sín hátt lýsa húsa- og ættarsøguna á Áargarði, á Bakka og víða hvar í bygdini. Tey elstu ættarliðini livdu um 1650-1700. Ættarsøgan er førd fram til 2012. Kjarnin í tí gamla býlinginum vóru teir fýra bóndagarðarnir og tvey smá ognarhús, haðani tey næstu húsini komu. Eftir 1850 vaks býlingurin út um bøgarðarnar og inn eftir Bakka, og góð 100 ár seinni vóru teir tríggir gomlu bygdarbýlingarnir sum ein samanskotin velta.

Eins og í teimum fyrru bindunum eru eisini onnur brot úr bygdarsøguni í hesum 6. bindinum: frásagnir um ávís bygdarfólk, sangir, yrkingar og tættir, sum hava við bygdina at gera, og at enda nakrar skemtisøgur út tí ørgrynnini, sum livir á mannamunni í bygdini.

Martin Fjallstein, sum er leirvíkingur, er rithøvundur, og bygdarmaðurin Axel Eysturstein, prentari, hevur greitt bókaverkið til prentingar. Hópin av heimildarfólki, skjalatilfari og hjálp frá góðum fólki hava gjørt sítt til, at tilfarið er fjølbroytt bæði í teksti og myndum.

Henda bygdarsøgan er eitt uppslagsverk. Í bindi 1 er fornsøgan, markatalsbygdin og hús og ættir á Toftanesi, í bindi 2 er kirkjusøgan, heimamissiónin, brøðrasamkoman, losjan og skótarnir og hús og ættir við Garð, í bindi 3 er skúla- og kommunusøgan, í bindi 4 er eldra fiskivinnusøgan, í bindi 5 er yngra fiskivinnusøgan og í bind 6 er tann stóra húsa- og ættarsøgan. Í øllum bindunum eru harafturat ymsi onnur mentanarbrot og hendingar.

Til samans telur alt verkið einar 2900 síður, sum høvi verður at ogna sær útgávudagin 23. mars, tá ið tilboðsprísur verður latin. Hanna Jensen og Osmund Justinussen halda røðu, 17 sangarar úr Klaksvík og Hanus G. Johannesen fara at syngja og eisini verður felagssangur. Til ábit bjóða fyrireikararnir høvdasúpan.


Mynd: Sámal Toftanes
Search by