Forkunnug norðurlendsk konsert

Gøtu kirkja var týskvøldið 25. mars karmur um eitt øðrvísi tónlistarligt møti. Høvið var, at ein norðurlendskur trílandabólkur hevði sett Føroyar á skránna á síni konsertferð í 7 ymiskum londum í mars, mai, juni, juli og oktober í ár. Pernille Kaarslev er donsk,Morten Fagerli er norskur og Jónina Erna Arnardóttir er íslendsk. Tey havalisið og lært tónleik saman í Noregi og hava síðani samstarvað um samanspæl ogkonsertir við jøvnum millumbili.

Eystanljóð sang 5 sangir til konsertina – talan var um føroyskar sálmar og sangir, sum góvu konsertini tað fjórða norðurlendska íkastið og gjørdu hana enn meirifjølbroytta, áhugaverda og góða. Serliga festi “Gud so elskaði heimin” seg,saman við “Mær leingist at fevna teg grønkandi vár” eftir S.P. Zachariasen.Vakra lagið hjá Knút Olsen rørdi við fyrsta tóna – ja, okkum leingist eftirveruligum vári!

Gestirnir spældu horn og flygul. Viðhvørt trio, viðhvørt duet. Bæði Jónina og Morten spældu flygul og fleiri verk spældu tey ferhent og var tað hugtakandi at síggja samanspælið millum tveir so góðar pianistar – fyri ikki at tala um, hvussu áhugaverd verk tey spældu.” Icebreaker” hjá Tryggva M. Baldvinsson var modernað og fangandi og Pernille spældi saman við teimum á valdhorn og tú kundi ímynda tær ísbrótaran, sum kom siglandi.

Annars spældu tey verk eftir Edvard Grieg, Morten Gaathaug, Frederik Kuhlau, Niels W. Gade, Peter A. Heise, Emil Thoroddsen, Sveinbjörn Sveinbjörnsson, sum eisini skrivaðiíslendska tjóðsangin og eftir Páll Ísólfsson. Verkið eftir Thoroddsen var eitthann skrivaði sama ár, hann doyði bert 46 ára gamal. Hann vann eina 1. virðislønfyri “Hver á sér fegra føðurland” og varð tað frumframført á Tingvellum, sum hann reið til í 1944 í sambandi við tjóðardagin 17. juni. Men á ferðini gjørdist Thoroddsensjúkur. Hann hoyrdi frumframførsluna av verki sínum, men doyði á mánaða seinni.

Tvey brot úr kantatu eftir Páll Ísolfsson vórðu spæld: “Brennið tið vitar” og “Térlandnemar hetjur af konungakyni” . Kantatan varð skrivað til 1000 ára hald á Tingvellum. Fleiri av donsku og norsku verkunum vóru vøkur fantasistykkir og stuttlig løg inspirerað av fólkatónleiki.


Sum heild ein sera kveikjandi konsert – ein sýnsigluggi við forkunnugum donskum, norskum og íslendskum – men eisini føroyskum tónleiki.

Orð: Hanna Jensen
Search by