Tónleika frálæra og vegleiðing í samaspæli

Tónleikasamtakið Grót fer í næstum undir at skipa fyri frálæru/vegleiðing í samanspæli í rútmiskum tónleiki.

Hetta tilboð er ætlað ungum tónleikarum og bólkum í aldrinum 13 – 19 ár, sum hava fingið grundundirvísing í ljóðførum í eitt nú fólkaskúlanum.

Ætlanin er at skipa hetta fyrsta skeiðið soleiðis, at frálæra verður eina ferð um vikuna í tveir mánaðir. Nýggj skeið byrja aftur eftir summarferiuna. Pláss verður fyri minst tveimun bólkum.

Freistin til tilmelding er leygardagin 26. apríl, og farið verður í gongd beinanvegin. Okkara ynski er, at bólkar, ið umboða ymisk ljóðføri, melda seg til.

Frálæran/vegleiðingin í samanspæli verður skipað av Pætur Zachariassen og Allan Tausen.

Ætlanin er at enda skeiðið við upptøkum og einari framførslu í Tøting.

Kostnaðurin fyri skeiði verður 200 kr. fyri hvønn næming.

Tilmelding ferð fram við at senda teldupost til Tónleikasamtakið Grót á teldupost adr. tsgrot@gmail.com

Mynd: momo@nord.fo
Search by