Festivalur á Røktarheimsøkinum í Runavík

Leygardagin 17. mai frá kl. 15.00 til uml kl. 22.00 verður skipað fyri einum sokallaðum “Seniorfestivali” á røktarheimsøkinum, har 10-12 vælumtóktir tónleikabólkar koma at luttaka. M.a. verða Magni Christiansen, Sámal Ravnsfjall, JensLisberg og Árni Andreassen við. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum.


Hendan dagin, har vit vóna at veðrið verður gott, verður pallur og tvey telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið. Eisini verður Røktarheimið “opið” fyri festival gestum.

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum”. Vit hava ikki sett nakað aldursmark, siga fyrireikararnir, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at festivalurin ikki er ætlaður børnum og ungum!

Eisini verður sagt, at eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa ymiskt gott til matna!


Ongin parkering verður á økinum hendan dagin og verður víst til parkeringsøkið við Ítróttar/Støkkhøllina, læknamiðstøðina, Løkshøll og aðrastaðnis í nánd. 
Luttakaratalið verður avmarkað og tí tað umráðandi at ogna sær atgongumerki sum skjótast.

Atgongumerki kostar kr. 200,00. 
Tey, ið ynskja at keypa atgongumerki kunnu ringja á tlf. 290212 ella senda ein teldupost til: seniorfestivalurin@gmail.com.

Tá goldið er á konti í Bank Nordik (6460-529.535.3) er atgongumerkið tryggjað!
Search by