“Skeiðið hevur verið sera gott við spennandi íblástri frá dugnaligum vinnulívsfólkum!” Hetta var skoðsmálið, sum fleiri luttakarar góvu skeiðinum Vinnustimbran, sum Eysturkommuna skipaði fyri í gjár. Skeiðið var fullteknað, og sjey fyritøkur og íverksetarar nýttu høvið at “pitcha” teirra nýskapandi hugskot fyri eini dómsnevnd, sum var mannað av fyrilestrarhaldarum og umboðum fyri Eysturkommunu. Dómsnevndin skal taka avgerð um, hvør skal hava vinningin uppá 25.000 kr., sum verður latin fyri besta “pitch” og hugskotslýsing.