Fyrilestur um kynsligan ágang

Felagsskapurin KRIS hevur almennan fyrilestur í LÍF húsinum í Leirvík týsdagin 13. mai 2014 kl 19. Fyrilesturin er í umleið 3 tímar. Hetta er eitt konsept, hvørs endamál er at hjálpa fólki við seinárinum av kynsligum ágangi og at arbeiða við upplýsing.

SKRÁ:
Leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West sigur frá:

  • Abeiðinum hjá KRIS 
  • Seinárin av kynsligum ágangi 
  • Hvat hetta ger við fólk?

Ein mamma, hvørs barn er misbrúkt innan samkomu sigur frá:

  • Kann tað bera til?
  • Hví kom hon ikki fyrst til mín?
  • Tað føldist sum ein óndur dreymur!

Ein mamma, hvørs barn er misbrúkt innan familjuna, sigur frá:

  • Tá veruleikin kemur fram!
  • Hvat hendir við familjuni?
  • Hvussu kom eg víðari?


STEÐGUR – møguleiki at keypa kaffi/te og kaku

Ein kvinna, sum er misbrúkt av pápa sínum, sigur frá:

  • Um skúlaaldur blívi eg kynsliga missbrúkt av pápa mínum!
  • Hvussu vóru míni barna og ungdómsár?
  • Hevði nakar misstanka? – Hvar vóru tey vaksnu?
  • Kann eg liva við hesum?


Ein kvinna, sum er misbrúkt av manni og kvinnu, sigur frá:

  • Tori eg at siga tað?
  • Hvat siga familja og vinir, fara tey at trúgva mær?
  • Er tað mín skyld?


Møguleiki verður eisini at seta spurningar, umframt at kjak verður um evni. Kostnaður er 150 kr., og goldið verður við dyrnar.

Search by