Í dag varð arbeiðið við at leggja nýtt graslíki á fótbóltsvøllin uppi á Brekku í Leirvík liðugt og handað kommununi.
Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og talan er um graslíki, við umhvørvisvinarligari ífyllu.
Ístaðin fyri gummi-granulat, er sokallað kork-granulat í nýggja vøllinum. Kork er úr træbarki og er sostatt meira umhvørvisvinarligt.
Hetta er sami leistur, ið er brúktur til vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu, ið hevur verið væl umtókt at spæla á.
Royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu hava verið sera góðar, og afturmeldingin fyri nýggja graslíki í Sarpugerði hevur verið positiv. Serliga frá fótbóltsfelagnum í kommununi, Víkingi. Vit vóna at ungdómurin og tey ið nýta vøllin annars, verða eins glað fyri nýggja graslíki og tann í Sarpugerði.
Tað er P/F Føroya Møblasøla sum hevur veitt vøllin.