IRF tømir rottangar í Syðrugøtu, Norðragøtu og við Gøtugjógv

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku at tøma rottangar í Syðrugøtu, Norðragøtu og við Gøtugjógv. 

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá monnum okkara, at rottangarnir eru klárir, tá teir koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at borgarar ikki sjálvir loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan, og harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

Leinkja til kunning á irf.fo: https://irf.fo/kunning/rottangatoming-i-sydrugotu-nordragotu-og-vid-gotugjogv/

Leinkja til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/photo/?fbid=697716189057222&set=a.371655444996633

Search by