Astrid Johannesen sett í starv sum mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu.
Astrid hevur starvast í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har hon hevur fingist mest við ferðavinnu og tiltøk á savninum. Eisini hevur Astrid verið í verkætlanarstarvi hjá kommununi í 2022, har hon røkti mentanarøkið, samstundis sum hon tók sær av Báta- og Listasavninum.
Astrid er nu byrjað sum mentanar- og ferðavinnusamskipari og kemur hon at taka sær av eitt nú kvøldskúlanum, ferðavinnu- og mentanarøkinum sum heild.
Eysturkommuna ynskir Astrid hjartaliga vælkomnari í starv.