Væleydnað fjølmentanarkvøld í Víkingahúsinum

Eysturkommuna skipaði í gjár fyri einum almennum “multicultural evening” ella fjølmentanartiltaki í Víkingahúsinum í Norðragøtu. 

Hetta var í sambandi við, at Fjølmentanarvikan 2023 er hesa vikuna.  

Hetta er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum.  

Talan var í gjár um eitt hugna- og kunningarkvøld fyri eysturbúgvar. Kunnað var um hagtøl av útlendingum í økinum og so eisini um tiltøk, ið Eysturkommuna skipar fyri til fólk av øðrum uppruna, sum búgva í kommununi. 

Á skránni vóru m.a. prát við Ved Nagurset, ið er uppvaksin í Móritius, men býr í Leirvík og eisini Turi Géza Dávid, sum er føddur í Ungarn, men uppvaksin í Føroyum. Teir báðir hugleiddu og greiddu frá sínum søgum, um hvussu tað var at koma til Føroyar sum útlendingur og hvørjar avbjóðingar teir hava havt osv. 

Eisini var døgurði, felagssangur og kaffi á skránni. 

Sí myndir frá tiltakinum. 

Search by