Gunnar Olsen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja átaksleiðarinum

Í dag 1. november var fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja átaksleiðarinum í Eysturkommunu, Gunnari Olsen.

Hann tekur yvir eftir Sørin S. Djurhuus, sum legið frá sær tann 29. september fyri aldur. Trygvi Jóhanson, varðaátaksleiðari, hevur røkt starvið seinasta mánaðan.

Gunnar er 55 ára gamal og er upprunaliga útbúgvin bilmekanikar. Eisini hevur hann tikið útbúgving innan tilbúgving og tyrlu –og ambulansatænastu.

Gunnar hevur áður verið ein partur av brunatilbúgvingin hjá táverandi Gøtu kommunu, har hann eisini var leiðari.

Kelda: Eysturoyarportalurin

Search by