Fíggjarætlanin 2024 endaliga samtykt

Fíggjarætlanin 2024 endaliga samtykt á býráðsfundi hin 29. november 2023.

Býráðið í Eysturkommunu hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2024.

Høvuðstøluni eru hesi:

Inntøkur íalt                                  140,6 mió

Rakstrarútreiðslur                           115,2 mió

Rentuútreiðslur                               2,5 mió

Útr. til rentustuðul                          1,8 mió

Úrslit áðrenn avdráttir                 21,1 mió

Íløgur                                                59,0 mió

RLÚ                                                -37,9 mió

Avdráttir                                          8,3 mió 

Skattaprosent                                 19,9%

Barnafrádráttur                              9.000,00 kr

Skattaprosentið lækkar úr 20,5 niður í 19,9% og er Eysturkommuna harvið millum tær kommunur í Føroyum, ið taka minst inn í skatti frá sínum borgarum.

Barnafrádrátturin hækkar eisini. Í fjør valdi býráðið at lyfta frádráttin úr 8.000,00 kr. upp í 8.500,00 kr. og í 2024 hækkar barnafrádrátturin aftur, hesaferð upp á 9.000,00 kr. fyri hvørt barnið.

Íløgur

Tá árið 2023 er av, er nettoskuldin hjá Eysturkommunu á umleið 35% av eini álíkning og er hetta eftir at størri íløgur eru gjørdar tey undanfarnu árini. Tó metir býráðið, at kommunan við nýggja skuldarmarkinum er sera væl fyri at fara undir komandi ár. Tað sæst eisini aftur í ætlaðu íløgunum komandi ár. Í 2024 er ætlanin at gera íløgur fyri 59 mió. Talan er um fleiri ymiskar íløgur har tær størstu eru:

  • Útbygging av skúlanum í Leirvík 
  • Útbygging av læknamiðstøðini í Norðragøtu
  • Nýggj útstykking til sethús í Syðrugøtu
  • Kappróðrarneyst í Norðragøtu
  • Vælveruøki við svimjihylin í Leirvík
  • Gøta út á Støð í Syðrugøtu

Eisini er játtanin til viðlíkahald hækkað og kemur eftir ætlan at gera stóran mun á verandi bygningar og hølir, ið kommunan varðar av.

Raksturin

Verður hugt uppá raksturin, kann í stuttum sigast, at rakstrarútreiðslurnar vaksa við 5,6 % og er hendan hækkingin í størstan mun lønarhækkingar.

Størsti vøksturin í rakstrinum kemur fyrst og fremst av tí lóggevandi valdinum, ið við sitandi samgongu setti út í kortið at geva serstakt lønarlyft til ávísar starvsbólkar. Enn er tað bert eitt felag, ið hevur fingið avgreitt síni sáttmálaviðurskifti, og harvið eisini fingið lovaða lønarlyftið.

Býráðið gongur tó út frá, at allir teir bólkar, ið hava fingið lovað lønarlyftið, fáa hetta sum árið gongur og er framrokningin sostatt, at raksturin av eitt nú eldraøkinum veksur við áleið 9 %. Partur av hesum vøkstrinum verður endurrindaður av landinum, men ikki alt.

Eisini eru onnur landspolitisk mál, ið hava beinleiðis ávirkan á raksturin hjá Eysturkommunu, eitt nú ætlanin at strika stuðulin fyri næmingaflutning. Her hevur Eysturkommuna í dag eina avtalu við SSL um flutning av børnunum, ið ganga í framhaldsdeild í Fuglafirði og er stuðulin áleið 370.000,- um árið. Býráðið hevur tískil lagt upp fyri ætlanunum hjá landinum og sett eyka pening av til flutningin. Her er talan tískil um ein vøkstur á rakstrinum av framhaldsdeildini á umleið 15 %.

 Samlaða fíggjarætlanin verður løgd á heimasíðuna ein av næstu døgunum.

Search by