Nánd lýsir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 bú- og umlættingarpláss.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til búfólkini og til heimabúgvandi borgarar umframt at halda køkin. Mánadag til fríggjadag eru tvey starvsfólk og í vikuskiftinum er eitt starvsfólk í køkinum. Hetta starvið er 25 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag.
Vit vænta at tú
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving og/ella royndum kann hava fyrimun.
Persónligir eginleikar
Vit kunnu bjóða
Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran og tekur við starvinum tann 1. februar 2024 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2024 kl. 12.00. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: elsebeth@eystur.fo
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd