Nánd lýsir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á Gøtubrá. Talan er um eitt starv á setanarbrøki 20 t/viku, har arbeitt verður annað hvørt vikuskifti, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin. Á Gøtubrá eru 18 bú- og umlættingarpláss.
Vit vænta, at tú
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving og/ella royndum kann hava fyrimun.
Persónligir eginleikar
Vit kunnu bjóða
Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Edit Andreasen, deildarleiðara, á tlf. 730252.
Umsókn
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2024. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta, ella á teldupost: edit@eystur.fo
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd