Eitt fast starv á setanarbrøki 32 t/viku er leyst at søkja á eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík, at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til 10 búfólk og til umleið 10 -15 heimabúgvandi borgarar umframt at halda køkin.
Førleikakrøv
Prógv sum føðsluatstøðingur ella føðsluhjálpari. Um eingin umsøkjari við nevndu útbúgvingum søkir, kann annar umsøkjari við aðrari viðkomandi útbúgving ella royndum innan økið verða settur.
Vit ynskja, at tú
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður sett sambart sáttmálanum hjá Kost- og føðslufelagnum ella Føroya Arbeiðarafelag.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara á tlf. 730282.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. januar 2024
Umsóknin skal sendast við telduposti til asaa@eystur.fo