Nánd leitar eftir avloysarum til summarið 2024!

Summarfrítíðin nærkast, og Nánd hevur tørv á øllum góðum kreftum at hjálpa til í summarhálvuni. Ert tú ung/ur, í bestu árum ella møguliga pensjónist, so kunnu vit avgjørt brúka tína arbeiðsorku og førleikar, bæði um tit eru fak- ella ófaklærd. Um ynski er at arbeiða nógv ella bert nakrar fáar tímar, so er tað eisini ein møguleiki.

Á eldrasambýli verður tú um tey eldru og hjálpir til í røktini, køkinum ella reingerðini. Í heimatænastuni hjálpir tú borgarum heima. Møguleiki er at arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.

Tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki annars.

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú kanst senda okkum tína umsókn við at fylla teigarnar út niðanfyri, ella við at senda t. post til nand@eystur.fo. Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkara deildarleiðarar:

Heimatænastan
Katrin Hansen
Tel 730212
katrin@eystur.fo

Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu
Edit Andreasen
Tel 730252
edit@eystur.fo

Eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði
Elsebeth V. Simonsen
Tel 730232
elsebeth@eystur.fo

Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík
Ása Ásmundsdóttir
Tel 730282
asaa@eystur.fo

Search by