Freistin at søkja um stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi er 1. apríl

Hvørt ár veitir Eysturkommuna stuðul til endamál, ið eru viðkomandi fyri Eysturkommunu. Í hesum sambandi eru tvær umsóknarfreistir um árið – 1. apríl og 1. september. Hetta er sostatt tann fyrra av tveimum árligum freistum.

Stuðulsøkini eru hesi

  • Rakstur og húsastuðul til feløg
  • Skúlavitjanir, ferðir (bólkar og einstaklingar)
  • Útgávuvirksemi
  • Onnur mentanarlig tiltøk, verkætlanir og tílíkt

Til ber at søkja umvegis Vangan, lætt og ómakaleyst.

Les um stuðulsreglugerðina her

Search by