Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Nýggj áseting verður gjørd í almennu Byggisamtyktini. Ásetingar fyri øki N – Seyðhúsaøki
Broytingin fevnir um matr. 381, 380, 378, og part av 379.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Leirvík, liggur frammi á www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 24. Juni 2024 og til og við 17. juli 2024.
Eysturkommuna
21. juni 2024