Ruddingardagur í 2017

Ruddingardagur í Eysturkommunu

Vanliga verður ruddingardagurin skipaður tíðliga á sumri, men vegna streyku og feriutíð er hann fluttur til mikudagin 28. august kl. 16:30.   

Ruddingardagurin verður skipaður eins og í fjør, har man skipaði seg í grannaløg, sum eru saman um at rudda eitt felags øki.

Møtt verður kl. 16:30 í grannaøkinum, har kommunan bjóðar sandwich og okkurt leskandi. Eisini verða posar og handskar útflýggjaðir.

Tá liðugt er ruddað umleið kl. 18:30, verður bjóðað til kaffi/te og okkurt søtt í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Eisini er, eins og undanfarin ár, møguleiki hjá hvørjum húski at ogna sær ein plantupakka.

Niðanfyri síggjast yvirlit yvir økini í bygdunum og merkt er við bláum hvar møtt verður.

Search by