Spakin settur í til kappróðrarneystið

Týsdagin, 17 september, varð spakin settur í til nýggja kappróðrarneystið í Eysturkommunu.

Verkætlanin, ið varð samtykt á býráðsfundi í mai í ár, er sostatt sett ígongd.

Tað var Per Martin Gregersen, borgarstjóri, ið loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð var úr gróti.

Arbeiði at grava og stoypa, verða gjørt av Sp/f Form, ímeðan arbeiðið at byggja verður gjørt av Sp/f BMT. Fyrsta byggistigið er at innilokað tvær hæddir, soleiðis at róðrarfelagið Tindur fær húsað bátum felagsins. Hetta verður eftir ætlan liðugt í summar, og skal restin av neystinum byggjast í komandi ár.

Róðrarfelagið bjóðaði kaku og kaffi og heilt fitt av fólkið var møtt til løtuna í góðveðrinum.

Róðrarfelagið Tindur hevur tey seinastu árini ment seg nógv, og vil nýggja neystið geva felagnum betri møguleikar at mennast og vaksa seg enn størri.

Search by