Broyting í býarplaninum fyri Eysturkommunu.

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, sum seinast broytt við Løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 03. oktobur 2024 at broyta býarplanin fyri Norðragøtu. Ætlanin er at víðka um øki E: Almenir stiovnar við eldrasambýlið Gøtubrá.

Broytingin fevnir um matrikul nr., í Norðragøtu, 65a, 28e, 72x, 65b, 72c, 72v, 63a, 62, 72f, 25a, 72g, 31a og litra n.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á omanfyri nevndu matriklum í Norðragøtu, liggur frammi á hesi síðuni og í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 11. oktobur 2024 og til og við 22. novembur 2024.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 22. novembur 2024.

Eysturkommuna

11. oktobur 2024

Search by