Sáttmáli undirskrivaður um gongubreyt í Norðragøtu

Mánadagin 21. oktober skrivaðu Per Martin Gregersen, borgarstjóri og Rúni Ólason, stjóri í Grønt & Grátt undir sáttmála um gerð av gongubreyt fram við vegnum við Ánna í Norðragøtu.

Talan er um gongubreyt frá krossinum og norður um Rokoko. Arbeiðið er liður í at betra um viðurskiftini hjá fólki til gongu.

Arbeiðið er teknað og projekterað av Henning Larsen arkitektum.  Stórur dentur er lagdur á at gera gongubreytina so náttúrliga sum gjørligt. Hetta merkir, at partar av gøtuni fara út í lendið og verða sostatt eitt slag av lendisgøtu. Harumframt verður plantað fram við gongubreytini og ymisk trivnaðarøki gjørd oman móti áarbakkanum.

Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd í november í ár og verður liðugt móti sumri 2025.

Search by