Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum

Í mai samtykti býráðið í Eysturkommunu at byggja eitt nýtt nýmótans kappróðrarneyst, og í septembur bleiv spakin settur í.

Sum nú er, venja rógvararnir inni í einum høli í Leirvík um veturin, meðan venjingin í bátunum fer fram á Gøtuvík. Tríggir bátar standa í einum neysti í Norðragøtu, meðan hinir fýra standa í bingjum á havnalagnum. Nýggja neystið fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til sjey bátar: trý fimmmannafør, tvey seksmannafør, eitt áttamannafar og eitt tíggjumannafar.

Í morgin 14. mars kl 16 verður reisigildi av nýggja kappróðrarneystinum í Norðagøtu.

Kaffi, te og okkurt leskiligt verður at fáa.

Search by